49 fólk fingu í gjár váttað, at tey hava sama pápa.
Pápi teirra er fyrrverandi læknin, Jan Karbaat, sum brúkti sítt egna sáð í staðin fyri tað hjá sáðgeva til at ísáa mammur teirra, uttan at tær vistu av tí.
Jan Karbaat doyði í 2017, 89 ára gamal, og sama árið gav ein hollenskur dómstólur einum bólki av fólki, sum Jan Karbaat hevði hjálpt við at fáa í heimin, loyvi til at samanbera teirra DNA við hansara, og í februar fingu enn fleiri rætt til at lata seg kanna. Úrslitið kunngjørdi dómstólurin í gjár.
Meginparturin av teimum 49 hálvsystkjunum eru fødd í 1980unum og 1990unum, tá Jan Karbaat enn arbeiddi sum lækni, skrivar DR.
Klinikkin hjá honum í Bijdorp varð stongd av myndugleikunum í 2009.
Les eisini: Holland: Lækni undir illgruna fyri at hava brúkt sítt egna sáð til at ísáa fleiri kvinnur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald