Fríggjadagin gjørdist USA aftur limur í Unesco, ið er ST-felagsskapinum fyri útbúgving, vísind, mentan, og samskifti.
132 av teimum 193 ST-limalondunum atkvøddu fyri at loyva USA við aftur í felagsskapin. Tíggju lond atkvøddu ímóti, og 15 lond tóku ikki lut í atkvøðugreiðsluni. Millum tey londini, sum atkvøddu ímóti vóru Russland, Sýria, Iran og Kina.
Tað var í oktober 2017, at táverandi amerikanski forsetin, Donald Trump legði Unesco undir at vera antiisraelskt og boðaði frá, at USA fór úr felagsskapinum. Stutt aftaná hetta fór Ísrael eisini úr felagsskapinum.
Í fleiri ár var USA tað limalandið, sum lat størsta fíggjarliga ískoytið, men eftir at Palestina gjørdist limur í 2011, steðgaðu gjaldingarnar úr USA.
Umsitingin hjá amerikanska forsetanum, Joe Biden hevur biðið um 150 milliónir dollarar, ið svarar til eina góða millión í okkara krónum á fíggjarlógina fyri komandi ár fyri at dekka limagjald, eisini fyri seinastu fimm árini.
Tilsamans skyldar USA Unesco 619 milliónir dollarar, ið svarar til 4,2 milliardir krónur, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald