Beto O'Rourke hevur uppgivið at gerast forsetavalevni hjá demokratunum til amerikanska forsetavalið 2020.
Hesum boðaði hann frá í gjár, eftir at undirtøkan hjá honum hevur staðið í stað í øllum veljarakanningunum seinastu mánaðirnar.
- Hóast tað er ringt hjá mær at góðtaka, stendur tað nú greitt fyri mær, at hetta valstríðið ikki fer at eydnast, segði 47 ára gamli Beto O'Rourke sambært Ritzau.
Fyrrverandi Texas-politikarin byrjaði sítt valstríð í mars við góðari undirtøku frá veljarum, og varð hann at byrja við sæddur sum ein av favorittunum at gerast demokratiska forsetavalevnið.
Men hóast Beto O'Rourke hevði góða undirtøku í heimstatinum Texas, hevur undirtøkan ikki verið eins góð kring alt USA.
Seinastu tíðina hevur hann fingið um tey tvey-trý prosentini í øllum veljarakanningum, og hevur hann sostatt ligið langt aftanfyri eitt nú Joe Biden, Elizabeth Warren og Bernie Sanders.
Les eisini: Veljarakanning: Joe Biden er enn favorittur
Umframt at hann nú gevst við valstríðnum um forsetaembætið, boðar hann eisini frá, at hann ikki stillar upp til amerikanska senatið næsta ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald