Uttanlands

USA: Boeing 737 Max 9-flogfør sleppa ikki at flúgva

Í USA hava flogmyndugleikarnir givið boð um, at øll flogfør av hesum slagnum skulu kannast, og sambært Reuters verður hetta eisini galdandi í Evropa

(Mynd: Ritzau)

(Mynd: Ritzau)

2024-01-07 10:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fleiri flogfeløg eru fyribils givin at nýta Boeing 737 Max 9-flogfør, eftir at eitt vindeyga og partur av vegginum varð rivin av einum flogfari hjá Alaska Airlines fríggjadagin, meðan tað var í luftini.

Hetta hendi stutt eftir, at flogfarið var farið úr Portland í statinum Oregon. Flogfarið var ávegis til Ontario í Kalifornia. 171 fólk vóru umborð. Manningin taldi seks fólk. Eftir 20 minuttir eydnaðist tað flogfarinum at neyðlenda, og sambært Ritzau var eingin fólkaskaði.

Hendingin hevur fingið amerikonsku flogmyndugleikarnar at geva boð um, at øll Boeing 737 Max 9 flogfør skulu vera verðandi á jørðini, so hetta slagið av flogfari kann kannast nærri.

Sambært tíðindastovuni Reuters fara flogmyndugleikarnir í Evropa at gera tað sama, men hetta hava teir tó ikki váttað enn.

Boðini hjá amerikonsku flogmyndugleikunum hava við sær, at 171 Boeing-flogfør av salgnum 737 Max 9 ikki sleppa at flúgva í løtuni. Tey skulu kannast fyri møgulig teknisk brek, áðrenn tey sleppa á flog aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder