Uttanlands

USA: Børn millum fimm ár og seks mánaðir kunnu verða koppsett fyri koronu

Ógreitt er tó, hvussu stórur eftirpurningurin er – Síðan oktober í fjør er nevniliga minni enn ein triðingur av børnunum í aldrinum fimm til 11 ár vorðin koppsettur í USA

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-06-20 13:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Heilsumyndugleikarnir í USA mæla nú til, at børn í aldrinum seks mánaðir til fimm ár kunnu verða koppsett fyri koronu við koppingarevninum hjá Pfizer og Moderna.

Og tað verður møguligt hjá teimum at fáa eina tíð til koppseting longu hesa vikuna.

Higartil hava amerikanskir heilsumyndugleikar bert mælt til, at koppsetingarnar verða nýttar til børn niður í fimm ár.

Sambært Ritzau er tað tó ógreitt, hvussu stórur eftirspurningurin er eftir koppseting til tey minstu børnini.

Síðan oktober í fjør, tá myndugleikarnir í USA loyvdu børnum í aldrinum fimm til 11 ár at verða koppsett, hava uml. 29 prosent av børnunum í hesum aldursbólkinum fingið tvey prik.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder