Uttanlands

USA: Bróðursonur John F. Kennedy stillar upp til forsetavalið

69 ára gamli Robert F. Kennedy er ein av tveimum demokratum, sum higartil hava boðað frá uppstilling

Robert F. Kennedy, yngri (Mynd: EPA)

Robert F. Kennedy, yngri (Mynd: EPA)

2023-04-07 12:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri einum mánað síðani boðaði fyrsti demokraturin frá uppstilling til amerikanska forsetavalið í 2024. Talan var um rithøvundan og andaliga ráðgevan Marianne Williamson. Nú hevur enn ein demokratur bjóðað seg fram.

Tað er Robert F. Kennedy, yngri. Hann er sonur Robert F. Kennedy, ið var løgmálaráðharri undir beiggjanum, John F. Kennedy.

69 ára gamli Kennedy er løgfrøðingur og rithøvundur. Seinastu árini hevur hann m.a. vakt ans við sínari hugsan um koppseting. Fyrst í 2022 talaði hann m.a. á einum mótmælistiltaki ímóti koppsetingarkravinum hjá amerikonsku stjórnini.

Enn hava bert Kennedy og Williamson boðað frá, at tey stilla upp til forsetavalið. Sitandi forsetin, Joe Biden hevur enn ikki alment boðað frá, at hann fer at stilla uppaftur, men 80 ára gamli Biden er tó komin við fleiri ábendingum um hetta.

Sambært Ritzau skulu demokratar finna sítt valevni á undanvalinum, sum verður í vetur næsta ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder