
Uttanríkismálaráðharrar í Ukraina og USA hava gjørt avtalu um at samstarva um at finna eina loysn uppá teir trupulleikar, sum Ukraina í løtuni hevur við at útflyta matvørur.
Tað sigur ukrainski uttanríkismálaráðharrin, Dmytro Kuleba, sum hevur verið í Berlin fyri at hitta uttanríkismálaráðharrar úr Nato-londunum.
Ukraina er ein av størstu hveiti- og maisútflytarunum í heiminum, og heimsins fátækastu lond í m.a. Afrika eru bundin at vørunum, sum tey innflyta harfrá.
Les eisini: India útflutti 1,4 milliónir tons av hveiti í apríl
ST ávaraði herfyri ímóti, at um kríggið millum Ukraina og Russland heldur fram, kunnu upp móti 47 milliónir fólk afturat enda við at svølta.
Les eisini: Kríggið í Ukraina fer at raka heimsins fátækastu
Á fundinum í Berlin um vikuskiftið segði Jens Stoltenberg, aðalskrivari hjá Nato eisini, at Nato fer at økja um hernaðarliga stuðulin til Ukraina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald