Nú amerikanski hægstirætturin hevur ógildað avgerðina frá 1973 – "Roe v. Wade" – sum tryggjaði kvinnum í øllum USA rættin til fría fosturtøku, sleppur hvør einstakur statur at avgera, hvørjar lógir teir vilja hava á økinum, og fleiri statir eru longu í ferð við at avmarka atgongdina til fosturtøku.
Uml. helvtin av teimum 50 statunum fara væntandi at herða lógirnar um fosturtøku. 13 statir høvdu longu lógir klárar, sum bert bíðaðu eftir avgerðini hjá hægstarættinum.
Talan er, sambært Ritzau um statirnir Arkansas, Idaho, Kentucky, Louisiana, Mississippi, Missouri, North Dakota, Oklahoma, South Dakota, Tennessee, Texas, Utah og Wyoming.
Les eisini: Amerikanski hægstirætturin ógildar 49 ára gamla avgerð um fosturtøku
Nakrir statir ætla sær at seta í verk eitt fullkomið fosturtøkubann, meðan aðrir ætla at at loyva fosturtøku upp til viku 15.
Í gjár varð Missouri longu tann fyrsti staturin, sum setti í gildi nýggja fosturtøkulóg. Í South Dakota verður eisini boðað frá, at allar fosturtøkur eru bannaðar uttan so, at ein læknafaklig meting staðfestir, at lívið hjá barnakonuni er í vanda.
Í Wisconsin verður boðað frá, at fosturtøka nú í roynd og veru er bannað har, og í Indiana verður boðað frá, at eitt nýtt lógaruppskot verður klárt í næstum.
Aðrir statir hava harafturímóti lovað at verja rættin til fosturtøku. Guvernørar í Kalifornia, Oregon og Washington skriva í felags fráboðan, at teir fara at standa saman um rættin til at tryggja atgongd til m.a. fosturtøku og fyribyrging.
Biden: Ein sorgardagur fyri USA
Sambært konservativa meirilutanum í amerikanska hægstarættinum er rætturin til fosturtøku ikki ein grundlógartryggjaður rættur, av tí at fosturtøka ikki beinleiðis verður nevnd í amerikonsku grundlógini.
Hesum er amerikanski forsetin, Joe Biden tó ósamdur í.
– Dómstólurin hevur gjørt tað, sum hann ongantíð áður hevur gjørt, tikið ein grundlógartryggjaðan rætt, sum er so grundleggjandi fyri nógvar amerikanarar, sigur hann.
Sambært Biden hevur avgerðin hjá hægstarættinum í gjár sett landið 150 ár aftur í tíðina.
– Tað er ein sorgardagur fyri dómstólin og fyri landið, sigur hann og leggur afturat, at avgerðin setur lív og heilsu hjá amerikonskum kvinnum í vanda, og er USA komið út á eina vandamikla leið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald