Amerikanski hægstirætturin ógildaði í gjár eina avgerð frá 1973, sum tryggjaði kvinnum rættin til fosturtøku í øllum USA.
Fimm av teimum níggju hægstarættardómarunum atkvøddu fyri at ógilda sonevnda "Roe V. Wade".
Orsøkin til, at meirilutin ikki tekur undir við avgerðini er, at fosturtøka ikki beinleiðis verður nevnd í amerikonsku grundlógini, og er talan tí ikki um grundlógartryggað rættindi, sigur Samuel Alito, hægstarættardómari sambært Ritzau.
Avgerðin hjá hægstarætti í gjár var tó ikki heilt óvæntað. Í mai varð eitt skjal hjá einum dómara likið, sum gav eina ábending um, at konservativi meirilutin í hægstarættinum hevði avgjørt at ógilda nærum 50 ára gomlu avgerðina.
Í løtuni eru seks konservativir dómarar og tríggir liberalir dómarar í amerikanska hægstarættinum.
Orsøkin til, at amerikanski hægstirætturin hevur viðgjørt málið á nýggjum er, at staturin Mississippi setti eina lóg í gildi, sum avmarkaði rættin til fosturtøku, og málið endaði síðani í hægstarætti.
Aðrir statir hava eisini sett lógir í gildi, sum avmarka rættin til fosturtøku, og nú hægstirættur hevur ógildað avgerðina frá 1973 væntast fleiri av hesum lógunum at koma í gildi í næstum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald