Uttanlands

USA: Hægstirættur skal taka støðu til uppstilling hjá Trump

Statirnir Colorado og Maine vilja ikki loyva fyrrverandi forsetanum at stilla upp til undanval til amerikanska forsetavalið, og tí skal hægstirætturin nú taka støðu til málið

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump (Savnsmynd)

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump (Savnsmynd)

2024-01-06 16:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski hægstirætturin skal nú taka støðu til, um fyrrverandi amerikanski forsetin Donald Trump skal sleppa at stilla upp til undanval í USA, ella um hann skal útihýsast, sum statirnir Colorado og Maine ynskja.

Dómstólar í hesum báðum statunum hava gjørt av, at Trump ikki kann stilla upp í teirra statum orsakað av leikluti hansara í álopinum á Kongressina, sum hendi fyri júst trimum árum síðani, skrivar DR.

Fyrrverandi forsetin hevur heitt á hægsta rætt um at taka støðu til avgerðina hjá Coloradu, sum var tann fyrsti staturin, sum valdi at útihýsa hann.

Amerikanski hægstirætturin skal taka støðu til málið 8. februar. Enn er tó ikki greitt, nær ein avgerð er klár.

Undanvalini til amerikanska forsetavalið verða í vár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder