Uttanlands

USA hækkar aldursmarkið fyri keyp av tubakki

Næsta ár verður ikki longur loyvt at selja tubakk og e-sigarettir til fólk undir 21 ár í USA

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-12-20 13:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár samtykti amerikanska Senatið at hækka aldursmarkið fyri keyp av tubakki og e-sigarettum úr 18 upp í 21 ár.

Lógin kemur eftir ætlan í gildi næsta ár, og fer at vera galdandi í øllum statunum, skrivar Ritzau.

Í USA hevur mann seinastu tíðina varpað ljós á vandan við e-sigarettum, eftir at illgruni hevur verið um, at tær hava elvt til fleiri deyðsføll.

Les eisini: Ávarar um e-sigarettir

Lógarbroytingin hevur við sær, at aldursmarkið fyri keyp av tubakki fer at vera tað sama, sum aldursmarkið fyri keyp av rúsdrekka – 21 ár.

Væntað verður, at amerikanski forsetin, Donald Trump, fer at undirskriva lógina í dag.

Í løtuni hava 19 av 50 statum longu eitt 21 ára aldursmark fyri keyp av tubakki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder