Innanlands

USA: Hjálparpakki fyri áleið 13.900 milliardir krónur

Søguliga stóri fíggjarligi pakkin skal stimbra amerikanska búspakin, ið ridlar orsaka av koronakreppuni. Peningurin er sambært CNN deildur í fýra høvuðsøkir - hjálparpakkin skal nú fyri kongressina at endaliga samtykjast

Umboð fyri stjórnina hjá Trump hava verið í samráðingum við semingsmenn hjá kongressini. Forsetin skal skriva undir stóru avtaluna, um hon sum væntað kemur ígjøgnum (Mynd: EPA)

Umboð fyri stjórnina hjá Trump hava verið í samráðingum við semingsmenn hjá kongressini. Forsetin skal skriva undir stóru avtaluna, um hon sum væntað kemur ígjøgnum (Mynd: EPA)

2020-03-25 11:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Alt er størri í USA - eisini hjálparpakkarnar. 

Eins og tey allarflestu londini í vesturheiminum, er USA hart rakt av koronavirusinum. Smittan spreiðir seg og leggur meira og meira stillt í samfelagnum.

Fíggjarrisin er raktur, og fyri at hjálpa egnum búskapi hevur verið stríðst við at finna røttu loysnina.

Senatið hevur tvær ferðir atkvøtt ímóti einum uppskoti um ein hjálparpakka, men stutt eftir midnátt kunngjørdi Eric Ueland, embætismaður í Hvítu Húsinum fyri miðlunum: 

- Mínar damir og mínir harrar, vit hava eina avtalu

Hetta var eftir at Ueland kom frá kontórinum hjá republikanska senatsleiðaranum Mitch McConnell, ið stutt seinni kunngjørdi tað seg í Senatinum, ið hevur sitið nærum út í eitt og viðgjørt hjálparpakkar síðani fríggjadagin: 

- Endliga hava vit eina avtalu. Eftir fleiri dagar við inntensum tingingum, hevur Senatið rokkið eina tvíflokka avtalu um ein ein søguligan hjálparpakka fyri hesa alheimsfarsóttina 

Orðið tilliónir verður ikki nógv nýtt, men í amerikanum dollarum er støddin á pakkanum tvær trilliónir. Tað eru 2000 milliardir dollarar, svarandi til 13.900 milliardir í okkara pengum.

Svimblandi upphæddir, eisini tá tað verður býtt upp í øki. CNN skrivar, at 500 milliardir dollarar eru settir av til lán til feløg í neyð, 530 milliardir til lán til smáar fyritøkur, 250 millardir til trygdarnet til arbeiðsleys og 250 millardir til beinleiðis útgjald til einstakar persónar og familjur. 

Umboð fyri stjórnina hjá Trump hava verið í samráðingum við semingsmenn hjá kongressini. Forsetin skal skriva undir stóru avtaluna, um hon sum væntað kemur ígjøgnum kongressina í dag - eftir avtaluna í nátt verður hetta at roknað sum ein formleiki. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder