Uttanlands

USA: Í dag skal valmannaráðið atkvøða

Valmenninir vórðu deildir millum valevnini á valinum í november, og í dag skal valmannaráðið atkvøða um, hvør verður forseti komandi valskeið

Í dag skal valmannaráðið endaliga staðfesta, um tað verður Joe Biden ella Donald Trump, sum kemur at sita í Hvítu Húsunum komandi fýra árini

Í dag skal valmannaráðið endaliga staðfesta, um tað verður Joe Biden ella Donald Trump, sum kemur at sita í Hvítu Húsunum komandi fýra árini

2020-12-14 08:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á amerikanska forsetavalinum 3. november vórðu valmenninir deildir millum valevnini, og í dag skal valmannaráðið atkvøða um, hvør skal vera forseti í USA komandi fýra árini.

Fyri at vinna krevst í minsta lagi atkvøður frá 270 valmonnunum, og sambært tíðindastovuni AP hevur demokraturin Joe Biden 306 valmenn, meðan sitandi republikanski forsetin, Donald Trump, hevur 232. Tí verður mett sannlíkt, at meirilutin fer at peika á Biden.

Trump hevur ongantíð viðurkent at hava tapt valið, og hevur hann ferð eftir ferð hildið uppá, at umfatandi valsvik varð framt í sambandi við forsetavalið.

Dómstólar hava tó víst aftur, at nakað valsvik skal hava verið, og fríggjadagin noktaði amerikanski hægstirætturin at ógilda sigurin hjá Biden í fýra avgerandi svingstatum. Talan var um eina lógsókn frá statinum Texas. Hægstirættur segði, at Texas ikki hevði rætt at leggja seg uppí úrslitini.

Í november segði Trump, at hann fer úr Hvítu Húsunum, um valmannaráðið peikar á Biden, men samstundis legði hann afturat, at hann helt tað vera eitt mistak, um tey gera tað.

Les eisini: Fer úr Hvítu Húsunum um valmannaráðið peikar á Biden

Í gjár segði hann eisini við Fox News, at valið ikki er liðugt enn. Eisini segði hann seg ikki vilja svara spurninginum, um hann ætlar sær at luttaka í hátíðarhaldinum, tá Biden verður svorin í eið 20. januar.

Í amerikonsku stýriskipanarlógini er ikki ásett, at valmenn skulu atkvøða fyri valevninum, sum fekk flestar atkvøður í teirra stati. Tó eru fleiri statir, sum hava tryggjað hetta við lóg, men tað er komið fyri, at valmenn hava atkvøtt fyri øðrum valevnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder