Uttanlands

USA: Navnið hjá víðagitnum rithøvundi tikið av heiðursløn

Laura Ingalls Wilder heiðurslønin broytir nú navn vegna rasistisku lýsingarnar í kendu barnabókunum hjá Laura Ingalls Wilder

Mynd: Visualhunt.com

Mynd: Visualhunt.com

2018-06-30 12:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Laura Ingalls Wilder heiðurslønin, ið er uppkallað eftir kendu rithøvundakvinnuni, ið skrivaði kendu barnarøðina “Little House on the Prairie” (Lítla húsið á markini), fer nú at skifta navn til Children’s Literature Legacy Award.

Heiðurslønin verður latin til rithøvund ella myndprýðara av barnabókum í USA, ið gjøgnum tíðina hevur givið serstakt ískoyti til barnabókmentir. Heiðurslønin varð uppkallað eftir Laura Ingalls Wilder, ið var fyrsti vinnarin av heiðurslønini í 1954. At byrja við, var heiðurslønin bert latin 5. hvørt ár, men tað varð seinni broytt, og síðan 2016 hevur hon verið latin á hvørjum ári. Tey seinastu 60 árini er heiðurslønin latin 23 fólkum, skrivar New York Times.

Í síðstu viku gjørdi amerikanska bókasavnssambandið av at broyta navnið á Laura Ingalls Wilder heiðurslønini vegna lýsingunum av myrkum og indianarum í kendu barnabókunum hjá Laura Ingalls Wilder, ið søgdu frá barnaárunum hjá henni í 1870’unum.

í bókini “Little House on the Prairie”, ið varð givin út í 1935, stendur millum annað, at “einasti góði indianarin er ein deyður indianari”, og ein karakterur í bókini lýsir indianarar sum “vill djór” ið ikki hava uppiborið ta jørðina, tey búgva á.

Har eru deildar meiningar um avgerðina.

Summi fegnast um avgerðina, tí tey meta ikki, at innihaldið í bókunum hjá Laura Ingalls Wilder er nútíðarhóskandi, og tí eiga bøkurnar hjá Laura Ingalls Wilder ikki at verða settar í samband við heiðurslønina.

Summi halda tó, at tað at broyta navnið á heiðurslønini er ein roynd at strika nakað søguligt.

Amerikanska bókasavnssambandið segði mánadagin, at avgerðin ikki varð ein roynd at sensurera ella strika bókmentanarliga týdningin hjá Laura Ingalls Wilder.

“Tað er ikki sensurur, tí vit krevja ikki, at fólk skulu gevast at lesa bøkurnar hjá Wilder, gevast at tosa um tær, ella gevast at loyva børnunum at lesa tær,” stóð millum annað í tíðindabrævinum frá felagnum

“Little House on the Prairie” varð í 70’unum gjørd til vælumtókta sjónvarpsrøð, ið millum annað hevur verið víst á KVF.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder