Í gjár fekk løgreglan tvær fráboðanir um herverk á bilar í høvuðsstaðnum.
Klokkan 9.30 varð boðað frá herverk á ein persónbil, sum stóð parkeraður uttanfyri eitt virki á Hjalla.
Allir rútarnir í bilinum vóru knústir, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at fólk, sum hava sæð ella hoyrt okkurt í hesum sambandi, eru vælkomin at venda sær til løgregluna.
Seinna fráboðanin kom á middegi. Tá varð boðað frá, at ein steinur var blakaður á forrútin á einum bili, sum stóð í einum bústaðarøki í Havn.
Eigarin hevði bæði sæð og hoyrt ein persón renna av staðnum. Hetta skal vera hent í nátt.
Eingin er tikin, men løgreglan hevur illgruna til onkran, sigur vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald