Uttanlands

USA til reiðar at verja Taivan móti Kina

Men USA viðurkennir framvegis ikki taivan sum sjálvstøðugt, sigur amerikanski forsetin, Joe Biden

Amerikanski forsetin, Joe Biden (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Joe Biden (Mynd: EPA)

2022-09-19 11:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Verður talan um eina veruliga kinesiska innrás ella álop á Taivan, er USA til reiðar at verja oynna móti stýrinum í Beijing.

Tað sigur amerikanski forsetin, Joe Biden í samrøðu við "60 Minutes", sum varð víst á CBS í gjárkvøldið.

Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at Joe Biden kemur við slíkari útsøgn. Nakað líknandi segði hann á einum tíðindafundi í japanska høvuðsstaðnum Tokyo í mai.

Útsøgnin hjá Biden stríðir tó ímóti politikkinum, sum amerikanska stjórnin hevur viðvíkjandi Taivan, sum USA framvegis viðurkennir sum partur av Kina. Sambært politikkinum hjá USA eigur tað heldur ikki at verða greitt frá alment, hvussu USA fer at bera seg at, um tað verður til eitt vápnað stríð millum Kina og Taivan.

Biden segði eisini í samrøðuni, at USA framvegis ikki viðurkennir Taivan sum sjálvstøðugt.

Støðan millum Taivan og Kina gjørdist av álvara spent í ár, eftir at demokratiska forkvinnan í amerikanska Umboðsmannatinginum, Nancy Pelosi vitjaði í Taivan í august. Vitjan hennara varð av fleiri tulkað sum, at USA stuðlaði Taivan. Úr USA varð tó sagt, at Nancy Pelosi vitjaði av egnum áhuga og ikki sum amerikanskt sendifólk.

Síðan august hevur Kina havt fleiri hernaðarvenjingar kring Taivan, m.a. royndarskjóting av rakettum og venjingar á sjónum kring oynna.

Í samrøðuni við "60 Minutes" segði amerikanski forsetin eisini, at koronafarsóttin er yvirstaðin í USA, og at hann framvegis ikki hevur avgjørt, um hann fer at stilla upp til komandi forsetavalið í 2024.

Les eisini: Biden: Koronafarsóttin liðug í USA

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder