Uttanlands

USA: Umboðsmannatingið samtykt hjálparpakka fyri 484 mia. dollarar

Breið semja var um nýggja hjálparpakkan, sum m.a. skal hjálpa teimum smærri fyritøkunum

Nancy Pelosi, forkvinna fyri demokratiska meirilutan í Umboðsmannatinginum (Mynd: EPA)

Nancy Pelosi, forkvinna fyri demokratiska meirilutan í Umboðsmannatinginum (Mynd: EPA)

2020-04-24 11:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt samtykti amerikanska Umboðsmannatingið ein hjálparpakka, ið m.a. skal hjálpa teimum smærru fyritøkunum, sum eru hart raktar av koronakreppuni. Tað var fyrstu ferð í fleiri vikur, at limirnir fingu loyvi at savnast at viðgera hjálparpakkan.

Atkvøtt varð við strongum krøvum um frástøðu, og var hetta eisini orsøkin til, at atkvøðugreiðslan tók longri tíð enn vanligt.

Hjálparpakkin hevu virði á 484 mia. dollarar (beint yvir 3.300 mia. í okkara krónum), og er hann eisini longu samtyktur av Senatinum. Sostatt manglar bert forsetin at skriva undir, og tað hevur Donald Trump sagt, at hann fer at gera skjótast gjørligt.

Hjálparpakkin, ið er nummar fýra í røðini, umfatar eisini stuðul til sjúkrahúsini. 

Sambært Ritzau hevur USA nú brúkt uml. 3.000 mia. dollarar (beint omanfyri 20.000 mia. krónur) uppá hjálparpakkar. Hesin seinasti hjálparpakkin fekk breiða undirtøku bæði millum demokratar og republikanarar.

Áðrenn hjálparpakkin varð samtyktur, samtykti Umboðsmannatingið eisini at seta ena serliga nevnd á stovn, sum skal kanna amerikonsku koronatiltøkini. M.a. skal nevndin kanna, hvussu peningurin frá amerikonsku stjórnini verður nýttir, hvussu fyrireikaðir myndugleikarnir eru, og hvussu umsitingin hjá Trump megnar at røkja sína uppgávu.

Forkvinnan hjá demokratiska meirilutanum í Umboðsmannatinginum, Nancy Pelosi, heldur tað hava stóran týdning, at ein slík nevnd verður sett á stovn fyri at tryggja, at peningurin fer til tey røttu støðini. Tó halda republikanarar, at hetta er ein óneyðug roynd at seta Trump í ringt ljós í einum valári.

Tey mongu tiltøkini, sum eru sett í verk í USA fyri at minka um smittuvandan, hava havt stórar avleiðingar fyri búskapin. Uml. 26 mió. fólk hava sókt um arbeiðsloysisstuðul seinasta mánaðin.

Fleiri enn 889.000 hava fingið staðfest koronasmittuna í USA, og næstan 50.000 eru deyð, sambært uppgerð hjá Johns Hopkins University.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder