2019-01-23 09:52
USA vil hava fíggjarstjóran í risastóru kinesisku telefyritøkuni Huawei útflýggjaða.
Fíggjarstjórin, Meng Wanzhou, varð handtikin í Kanada í desember, tá hon skuldi millumlenda. Nú fer amerikanska løgmálaráðið at søkja um at fáa fíggjarstjóran útflýggjaða til USA, skrivar Reuters.
Orsøkin til at USA vil hava fatur á fíggjarstjóranum, er so at landið kann ákæra hana fyri brot á revsitiltøk um handil við Iran og fleiri onnur tilfeldi av fíggjarligum sviki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald