USA er sinnað at gera íløgur í Grønlandi fyri 12 milliónir dollarar, ella góðar 80 milliónir krónur. Berlingske Tidende og grønlendska kringvarpið, KNR, vistu í gjár at siga frá ónavngivnum keldum, at hetta er upphæddin, sum Carla Sands, amerikanska sendifrúan í Danmark, sipaði til í kronikk síni herfyri.
Fráboðanin hjá sendifrúnni fekk ivasama móttøku frá bæði donskum og grønlendskum politikarum.
Les eisini: Danskir politikarar øtast inn á amerikanskt tilboð
Grønlendska landsstýrið sendi í gjár eitt stuttorðað tíðindaskriv, har sagt varð, at tey seinni fóru at kunna nærri um, hvat samráðingarnar við USA snúgva seg um.
Sambært Sermitsiaq verður uttanlands- og trygdarnevndin hjá landstinginum í dag kunnað nærri um amerikanska tilboðið á einum fundi í dag.
KNR veit at siga, at pengarnir skulu brúkast til at menna ferðafólkavinnuna og námsvinnuna. Eisini skal undirvísingarøkið mennast, eitt nú við at bøta um undirvísingina í enskum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald