Innanlands

USS Albany kemur í Nólsoyarfjørð í dag

Tveir dagar eftir, at landsstýrið boðaði frá, at Føroyar nú hava fingið tól at mála geislingar, vitjar kjarnorkurikin amerikanskur kavbátur

Frá vitjan av USS Delaware í fjørsummar (Savnsmynd: Jóanis Albert Nielsen)

Frá vitjan av USS Delaware í fjørsummar (Savnsmynd: Jóanis Albert Nielsen)

2024-04-25 10:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um middagsleitið kemur amerikanski kavbáturin USS Albany í Nólsoyarfjørð.

Brimil fylgir USS Albany, sum er kjarnorkurikin, meðan hann er í føroyskum sjóumveldi.

USS Albany hevur diplomatiskt loyvi at koma í føroyskt sjóumveldi, skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið.

Onki verður upplýst um, hvørji ørindini eru hjá amerikanska kavbátinum í dag.

Hetta er sættu ferð at amerikanskur kavbátur vitjar Nólsoyarfjørð hesi seinastu tvey árini.

Les eisini: Til reiðar at taka ímóti kjarnorkuriknum kavbátum 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder