Innanlands

Útboð: Undangóðkenning til nýggjan Fámjinstunnil

Landsverk, sum Byggiharri, heitir á fyritøkur at søkja um undangóðkenning til nýggjan Fámjinstunnil – Ætlanin er at bjóða arbeiðið út seinni í ár

2021-04-14 17:35 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fyri at dagføra farleiðina millum Ørðavík og Fámjin, skal nýggjur tunnil gerast frá vegnum oman fyri Ørðavík og til vegin oman fyri Fámjin.

Nýggi tunnilin verður umleið 1.200 metrar langur. Haraftrat skulu gerast umleið 1000 metrar av landsvegi oman fyri Ørðavík og umleið 400 metrar oman fyri Fámjin. Nýggjar íbindingar skulu eisini gerast oman fyri Ørðavík og Fámjin til gomlu farðleiðina upp um Ørðaskarð.

Samlaða nýggja vegalongdin verður umleið 2.600 m.

Ætlanin er at bjóða arbeiðið út seinni í ár og at byrja arbeiðið seint í 2021.Verkætlanin er mett at verða liðug í seinasta lagi í 2023-2024.

Lesið meiri um útboðið her.

placeholder
placeholder