Tórshavnar kommuna arbeiðir við at gerð og útbygging av trimum lendisgøtum í kommununi í løtuni. Tað varð samtykt á býráðsfundi í síðstu viku.
Arbeiðið at gera gøtu fram við Sandá er komið væl áleiðis. Nú verða einir 130 metrar gjørdir aftrat niðan fyri bóndagarðin við Sandá.
Í Villingadali verður gøta gjørd fram við Villingadalsfossi. Strekkið, sum nú verður gjørt, er 550 metrar til longdar.
Og so verður gøtusamband eisini gjørt millum gomlu vatnbrunnarnar undir Gráasteini og Rossagøtuna omanfyri. Rás er traðkað, men lendisviðurskiftini og hallið ger, at neyðugt er at gera trappur í støðum niðaná, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald