Innanlands

Útflutningurin minkaður 7 prosent higartil í ár

Størsta minkingin er í útflutninginum av laksi og toski.

(Mynd: Hagstovan)

(Mynd: Hagstovan)

2020-10-16 15:30 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Útflutningurin minkaði næstan 400 milliónir krónur fyrstu 8 mánaðirnir í ár samanborið við somu tíð í fjør. Hetta er ein minking á 7 prosent. Tað skrivar Hagstovan á heimasíðu sínari.

Laksur og toskur er tað sum útflutt verður mest av og tað er eisini har størsta minkingin er. Tað er útflutt fyri 200 milliónir krónur minni av laksi, ein minking á 9 prosent og fyri 150 milliónir krónur minni av toski. Har er minkingin 19 prosent

Í nøgd er eisini minking í útflutninginum av toski og laksi, men samlaði útflutningurin er vaksin í nøgd.

Tað er meiri útflutt av makreli, sild og svartkjafti. Í útflutninginum av uppsjóvarfiski er vøksturin 6-7 prosent tilsamans. Í virði er eisini meira útflutt av makreli og sild, meðan virðið av svartkjaftinum er minni enn í fjør.

Vegna seinkingar í skrásetingunum av útflutningi, serliga í samband við at føroysk skip landa uttanlands, so eru rættingar gjørdar aftur til mars-mánað, so útflutningurin er nakað hægri nú samanborið við tølini, sum áður eru kunngjørd. Helst koma nakrar skrásetingar aftrat, áðrenn tølini verða endaliga uppgjørd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder