Innanlands

Útflutningurin nærkast 10 milliardum

Laksur er nógv størsta útflutningsvøran. Í fjør útfluttu vit laks fyri yvir fýra milliardir

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-02-17 14:12 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyar útfluttu í 2019 samanlagt fyri góðar 9,5 milliardir krónur. Tað er hálvonnur milliard meira enn árið fyri, ella ein vøkstur á 19 prosent.

Í fjør vaks toskaútflutningurin við næstan 300 milliónum krónum, og er nú 1,16 milliardir krónur – ein vøkstur á 33 prosent – og hetta er fyrstu ferð síðan 2002, at toskaútflutningurin er oman fyri milliardina, skrivar Hagstovan á heimasíðu síni.

Útflutningurin av makreli og sild vaks eisini nógv í fjør. Talan var um ein vøkstur á ávikavist 43 ot 54 prosent í mun til 2018.

Vit fluttu út makrel fyri 973 milliónir og sild fyri 746 milliónir krónur í 2019.

Men tað er framvegis laksurin, sum er tann útflutningsvøran, sum gevur nógv mest pengar. Føroysku alifyritøkurnar útfluttu í 2019 laks fyri góðar fýra milliardir krónur, ið er 700 milliónir krónur meira enn í 2018, ein vøkstur á 21 prosent.

Eisini í nøgd var 2019 eitt sera gott á fleiri økju í mun til árið fyri. Samlað útfluttu vit 513.000 tons av fiskavørum. Tað er bert hent einaferð fyrr, at vit hava flutt út meira enn 500.000 tons. Tað var í 2017.

Laksaútflutningurin var 69.tons, og tað eru góð tvey túsund tons meir enn í 2014, sum var tað árið vit higartil høvdu útflutt mest av laksi.

Eisini útflutningurin av sild setti met í fjør. 122.000 tons vóru útflutt fyri 745 milliónir krónur, skrivar Hagstovan. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder