200 gav herfyri út teirra sjeyndu útgávu, Reyvheart, og leygarkvøldið verður tað hátíðarhildið við útgávukonsert á OY.
Á konsertini, sum er ókeypis, kemur RSP at hita upp.
Byrjað verður longu á OY klokkan 16, har G!festivalurin kunnger sínar nýggju G!øl og festivalgestir longu kunnu fáa sær armband.
Konsertin byrjar klokkan 20.30, fyrst við RSP, og síðani 200, sum spælir løg frá nýggju plátuni, umframt nógv gott klassiskt.
– 200 heldur stílin, og viðger evni sum kristnan dupultmoral, homofobi, nepotismu og skaðiligu langtíðarárinini av at vit eru ein koloni undir fremmandum yvirvaldi. Um Reyvheart hevur onkur longu sagt “Endiliga tann ordiliga veðraplátan!”, skrivar 200 í tíðindaskrivi.
– Tað verður bæði høvi at ogna sær plátuna og nýggju tshirtina á OY leygardagin. Og um man hevur ein penn við, so stendur onki í vegin fyri at plátan verður signerað. Serliga um pennurin er hvítur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald