Mentan

Útgávutiltak: Krypto og list í kvøld

Í sambandi við útgávuna av fyrstu kryptofrímerkjunum í Norðurlondum, Stamps of Maybe, bjóðar Posta til spennandi tiltak í kvøld kl. 17 í Perluni

Kryptofrímerkini frá Posta verða givin út undir heitinum Stamps of Maybe, og í kvøld verður útgávutiltak

Kryptofrímerkini frá Posta verða givin út undir heitinum Stamps of Maybe, og í kvøld verður útgávutiltak

2023-06-16 10:57 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í skjótt 50 ár hava føroysk frímerkir spælt ein týðandi leiklut í at spjaða føroyska mentan, list og náttúru til savnarar og áhugað kring heimin. Føroysk frímerkir eru kend fyri at boða frá nýhugsan, og ongantíð áður eru kryptofrímerkir útgivin í Norðurlondum.

Krypto og list er eitt forkunnugt og ókeypis tiltak, sum bæði hugkveikir og kunnar um mentan, list og um hesa serstøku fyrstuútgávuna frá Frímerkjadeildini á Posta.

Hvat eru kryptofrímerkir? Hvussu kann list gerast talgild, og hvussu kemur føroysk mentan til sjóndar gjøgnum eitt nú nýggjastu útgávuna hjá Posta? Hetta og mangt annað verður á skránni, tá ið listakvinna og arkitektur, Laila Mote, Heiðrik á Heygum umframt Frímerkjadeildin leggja fram.

Heiðrik á Heygum og Guðrið Hansdóttir framføra.

Tiltakið byrjar kl. 17.00. Meira sæst á vanganum hjá Posta á sosialum miðlum.

Høvi verður at fáa sær okkurt gott og leskiligt til góman. Avmarkað pláss er til tilkakið.

Posta

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder