1.000 krónur í bót. Tað er tað, ein fær í Fraklandi, um ein roynd verður gjørd at taka tildømis buss ella metro uttan masku - eitt bind fyri munn og nøs.
Annars er tað meira frælsi í París og restina av Fraklandi. Nú er møguleiki at nýta millum annað metro, og børn kunnu fara á stovn aftur. Hetta varð sett í verk í gjár 17. mars varð útgonguforboð sett í verk í landinum.
*Fraklendingar fóru út á gøtuna at fegnast - við masku (Mynd: EPA
Tað hevur í 55 dagar bert verið loyvi at fara til handils og at flyta seg í mesta lagi ein kilometur frá heiminum í mesta lagi ein tíma, og eitt pappír skuldi útfyllast fyri at vísa á, at ein hevði loyvi til tess.
Sambært Worldometers eru 177,423 smittutilburðir í Fraklandi, og 26.643 eru deyð við koronavirusinum - 263 nýggir tilburðir vórðu skrásettir í gjár. Hjá næstan 3.000 fólkum er støðan kritisk.
Kelda: dr.dk
--------------------------------------
Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.
Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald