2023-05-24 13:49
2. hvítusunnudag klokkan 11, verður stóra útigudstænastan á ovara vølli í Gundadali.
GHM og Havnar Hornorkestur fara aftur í ár at spæla til sálmasangin.
Prestarnir siga, at tað er ikki neyðugt at hava sálmabók við, tí sanghefti er gjørt til endamálið. Dentur verður lagdur á, at hetta er ein guðstænasta fyri øll.
Eftir guðstænastuna verður ein drekkamuður at fáa í Badmintonhøllini við onkrum afturvið. Okkurt gott er eisini til børnini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald