Innanlands

Útlendingar skulu nú gjalda fyri at verða vígd í Tórshavnar kommunu

Um Almannaráðið gongur áheitanini hjá býráðnum á møti, skulu fólk sum bert koma til føroyska høvuðsstaðin fyri at giftast rinda fyri tað

12 atkvøddu fyri tilmælinum í gjárkvøldið

12 atkvøddu fyri tilmælinum í gjárkvøldið

2020-02-28 09:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á býráðsfundinum í gjárkvødlið varð atkvøtt um eitt tilmæli,sum segði, at útlendskir ríkisborgarar sum í framtíðini koma til Havnar fyri at giftast skulu rinda fyri tænastuna. 

Býráðið samtykti í gjárkvøldið, at heitast skal á Almannaráðið um at fáa heimild at taka gjald frá útlendingum, ið søkja um at verða vígd í Tórshavnar kommunu. 12 atkvøður vóru fyri, ein var blonk.

Í fjør var meira enn ein triðingur av borgarligu vígslunum í Tórshavnar kommunu, 23 út av 60, av útlendingum, sum bert komu til Føroyar fyri at giftast.

Greitt er ikki enn, hvussu nógv tað fer at kosta at verða vígdir í Tórshavnar kommunu, um ein ikki er føroyskur ríkisborgari ella býr í kommununi. Í tilmælinum stendur "hóskandi gjald". Kringvarpið skrivar, at Í Danmark kostar ein vígsla 1.650 krónur, og at hetta er ásett í kunngerð.

 
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder