Teir einastu, sum nú sleppa umborð á útlendsku skipini, sum liggja við føroysku havnirnar í hesum døgum eru loðsarnir, táið teir eru kravdir sambært lóg. Loðsarnir skulu bera masku umborð á útlensku skipunum, so at smittuvandin verður minni.
Tað eru bert avgerandi og neyðug ørindi umborð, og hjá manningini í landi, sum eru undantakið í boðunum frá havnabólkurin undir Kommunufelagnum - fríggjadagin sendu havnaskrivstovurnar í Tórshavn, Runavík, Fuglafirði, Klaksvík, á Tvøroyri og í Vági áheitan til umboðini hjá útlendsku skipunum, sum koma í føroysku havnirnar.
Hetta skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðu sínari. Boðini frá havnabólkinum snúði seg fyrst og fremst um, at manningarnar, í mest møguligan mun, verða verandi umborð, meðan skipini liggja við bryggju.
Útlendsku útgerðarfeløgini hava sambært havnarmeistaranum við Runavíkar havn, Brandi Højgaard, givið skiparunum boð um, at ongin skipsmaður sleppur í land og ongin úr landi umborð á skipini, sum støðan er í løtuni. Hetta er er fyri at verja manningarnar og eitt neyðugt atlit í mun til COVID-19 smittuna.
Les eisini:
Russisk skip í Føroyum - tað eru vit sum kunnu smitta teir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald