2019-01-22 08:33
Ein útróðrarbátur á veg til útróðrar var óansin á veg til útróðrar tíðliga í morgun.
Báturin, sum er úr Klaksvík, bar við land á Klakkinum.
Men hóast báturin boðaði MRCC frá hendingini, var ongantíð vandi á ferð.
- Báturin hevði ikki brúk fyri hjálp, og eftir at báturin var komin inn á Klaksvík aftur, varð staðfest, at báturin hevði fingið smávegis skaða á lúnningina, upplýsir vakthavandi á MRCC.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald