2020-11-02 00:16

Um átta tíðina í kvøld fekk Miðvágs-Sandavágs sløkkilið eina fráboðan um eld í Sandavágs Timburhandli. Tað vísti seg kortini ikki at hava so nógv uppá seg, skrivar jn.fo.
Talan var um royk, sum kom úr brenniovninum hjá timburhandlinum.
Fimm minuttir eftir fráboðanina var fyrsti sløkkiliðsbilurin longu á staðnum, og lítla løtu var sløkkiliðið fullmannað, upplýsir Dánjal Pauli Poulsen, sløkkiliðsleiðari fyri jn.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald