Innanlands

Hava útsett nýggju ferðaætlanina í ein mánað

Strandferðslan fekk 86 hoyringssvar uppá uppskot til tillaging av ferðaætlan á fýra leiðum. Nú skulu broytingar og tillagingar gerast, og ætlanin er at byrja 30 apríl

- Viðgerin av hoyringssvarunum vísir, at tað er meira skynsamt at byrja við nýggju ferðaætlanini 30. apríl heldur enn 1. apríl. Hendan avgerð er grundað á, at ymsar broytingar á ávísum leiðum kunnu gerast og tillagast, áðrenn byrjað verður at koyra eftir nýggju ferðaætlanini (Mynd: Sverri Egholm)

- Viðgerin av hoyringssvarunum vísir, at tað er meira skynsamt at byrja við nýggju ferðaætlanini 30. apríl heldur enn 1. apríl. Hendan avgerð er grundað á, at ymsar broytingar á ávísum leiðum kunnu gerast og tillagast, áðrenn byrjað verður at koyra eftir nýggju ferðaætlanini (Mynd: Sverri Egholm)

2021-04-02 11:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað skuldi verða í gjár, 1. apríl, at nýggja ferðaætlanin á bussleiðunum 400, 440 og 450, umframt snarleiðini 401, skuldi koma í gildi. 

Nógv kjak hevur verið um hesar bussleiðirnar hjá Strandferðsluni - serliga leið 400 - síðanu Eysturoyartunnilin kom. Fyrst vóru serliga teyí Sundalagnum ónøgd um millum annað túratal og samband, og eftir tillagingar vóru tað serliga klaksíkingar og eysturoyingar, sum vístu sína ónøgd. Ein høvuðsspurningur hevur verið: Hvussu nógv skal koyrast á "gomlu leiðina" millum Klaksvík og Tórshavn (leið 400). So er eisini spurningurin um, hvussu nógv skal koyrast ígjøgnum Eysturoyartunnilin, og um hvussu sambandi skal vera millum nakrar leiðir.

Samanlagt fekk Strandferðslan 86 hoyringssvar uppá uppskot til tillaging av ferðaætlan á teimum nevndu fýra leiðunum. Freistin at senda inn svar var 17. mars, og síðani hevur Strandferðslan hugt uppá hetta og ásannað, at tað ikki bar til at fara í gongd eftir ætlaðu broytingunum 1. apríl: 

- Viðgerin av hoyringssvarunum vísir, at tað er meira skynsamt at byrja við nýggju ferðaætlanini 30. apríl heldur enn 1. apríl. Hendan avgerð er grundað á, at ymsar broytingar á ávísum leiðum kunnu gerast og tillagast, áðrenn byrjað verður at koyra eftir nýggju ferðaætlanini; men krevur hetta ávísar umsitingarligar, tøkniligar og fíggjarligar umskipanir umframt sáttmálaviðgerð, ið tekur tíð at samskipa og seta í verk

Hetta skrivar ssl.fo, har tað eisini verður víst á, at orsaka av stóru broytingunum, sum vístar er á í hoyringssvarum, so má meira peningur fáast til vega. Í hesum sambandi verður ein møguleiki nevndur, og tað er, at viðkomandi kommunur saman við landinum finna saman at lyfta byrðuna í felag. Umboð fyri Sunda kommunu og Eysturkommunu (borgarstjórarnir) hava verið alment frammi í samband við ferðaætlnina, og eisini umboð fyri millum annað Klaksvíkar kommunu. 

Um sjálva ferðaætlanina skrivar heimasíðan hjá Strandfaraskipum Landsins soleiðis: 

- Leið 450 fer at koyra gjøgnum Eysturoyartunnulin úr Havn til Strendur og Runavík og aftur til Havnar. Fyri tey í norður- og eysturøkinum, ið hava brúk fyri bussi at koma til Havnar, verða nú fleiri møguleikar til taks, til dømis ein “langleið” 400, ein “snarleið” 401 og møguleikin at skifta millum leiðirnar 400, 440 og 450. Túratalið á leiðunum 400 og 401 kann yvir tíð tillagast í mun til vegakervið, brúksmynstur og tørvir, ið mugu taka atlit til kostnaðarstøðið og sáttmálar á økinum.

Sligið verður fast, at fyriliggjandi ferðaætlan til eina og hvørja tíð er ein støðumynd, sum krevur støðugar tillagingar til broytilig ferðslumynstur, tørv og menningina av undirstøðukervinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder