Innanlands

Útskeldað seinastu dagarnar: - Eitt tøkniligt frambrot sum ferðafólkaskip

- Hetta fer at kollvelta, hvussu vit fara at hugsa um skjóttgangandi ferjur í hesari støddini, verður sagt um Erlu Kongsdóttir

(Mynd: Bjartur Vest)

(Mynd: Bjartur Vest)

2020-11-19 21:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað fær ikki lagt at í nógvum av støðunum, har tað er ætlað at sigla, og er seinastu dagarnar blivið útskeldað.

Men tøkniliga er skipið frammarliga. Tað staðfestir sjóarkitekturin, Ingebjørn Asaheim, frá GS Marine Produktsjón, ið hevur bygt Erlu Kongsdóttir.

Altjóða tíðarritið Electric & Hybrid Marine Technology International hevur í sínari oktober-útgávu eina grein um nýggju føroysku tríkiljuna, har ein greining verður gjørd av tøknini umborð á Erlu Kongsdóttir og skipum av hennara slag. Greinin, sum Strandferðslan skrivar um á heimasíðuni lýsir, hvussu tað við slóðbrótandi samanseting av motortøkni, framkomnum byggitilfari, sniðgeving av skrokki, battarískipan, nevtralisering av útláti og aðrari nýmenning, ber til at flyta skiparakstur inn í eina nýggja øld.

[object Object](Mynd: Bjartur Vest)

[object Object](Mynd: Bjartur Vest)

- Hetta fer at kollvelta, hvussu vit fara at hugsa um skjóttgangandi ferjur í hesari støddini, sigur Ingebjørn Asaheim.

Millum annað ber til at sigla at kalla ljóðleyst við battaríorku við ongum útláti tætt at landi og skifta til diesel-elektriska orku á opnum havi, har til ber at sigla upp til 20 míl.

Við Erlu Kongsdóttir hava Føroyar saman við Noregi lagt seg á odda innan hetta slagið av ferðafólkaskipum, verður sagt.

Greinin í Electric & Hybrid Marine Technology International kann lesast her

---

Les eisini: Tað verður drúgt áðrenn Erla kann fara í sigling

Les eisini: Nólsoyingar hildnir fyri tað turra spott

Sí eisini: Myndir: Soleiðis sær Erla Kongsdóttir út

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder