Innanlands

Útstykkingin á Fossum – sáttmálin er undirskrivaður

Tað vera 91 grundstykki til samans í nýggju útstykkingini í Klaksvík

Orsakað av umstøðunum, og tilmælinum um fjarstøðu, so mátti borgarstjórin sjálvur syrgja fyri myndini, tá ið sáttmálin í samband við útstykkingina á Fossum varð undirskrivaður

Orsakað av umstøðunum, og tilmælinum um fjarstøðu, so mátti borgarstjórin sjálvur syrgja fyri myndini, tá ið sáttmálin í samband við útstykkingina á Fossum varð undirskrivaður

2020-04-09 09:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, skrivaði í gjár undir sáttmála við byggifyritøkuna RTS, sum eftir útbjóðingina átti lægsta tilboðið uppá nýggju útstykkingina á Fossum.

Tað eru SNA arkitektar, sum hava projekterað verkætlanina, har tað í fyrsta byggistigi er talan um 21 grundstykkir til sethús og 13 til raðhús.

Útstykkingin verður gjørd í trimum byggistigum, og samlaða talið av grundstykkjum verður 91, harav 44 grundstykkir til sethús og 47 til raðhús.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sigur, at øll verkætlanin eftir ætlan skal taka trý ár, frá tí at sáttmáli er undirskrivaður við arbeiðstakara. Roknað verður tó við, at fyrstu grundstykkini longu verða klár at útlutað í juni í ár, so fólk hava møguleika at leggja arbeiðið við tekningum og øðrum tilrættis í góðari tíð. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder