Í sambandi við, at Atlantsflog skjótt avmarkar flúgvingina millum Føroyar og Danmark og steðgar flúgvingina til Bergen, Reykjavíkar, Ediburgh og París, mælir Uttanríkis- og mentamálaráðið til, at føroyingar, sum búgva í Føroyum, men eru staddir uttanlands, koma heim skjótast gjørligt.
Hevur ein spurningar viðvíkjandi heimferð eigur ein at venda sær beinleiðis til antin Atlantsflog ella SAS. Eisini kann vera hent at venda sær til tryggingina, um ein skal ferðast til Føroya næstu dagarnar. Tey, sum er stødd uttanfyri Danmark, eiga fyrst at seta seg í samband við flogfelagið ella ferðaskrivstovuna, tey hava nýtt.
Hevur ein aðrar spuringar ber til at ringja til Borgaratænastuna hjá Uttanríkistænastuni. Hevur ein spurningar um sóttarhald ella onnur heilsufaklig viðurskifti, eru upplýsingar at finna á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum.
Hevur ein sjúkueyðkenni, eigur mann at ringja til læknavaktina á 1870.
Viðvíkjandi ferðing uttanlands annars, verður víst til ferðaleiðbeiningina.
Meira kunning fæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald