Innanlands

Væl av svartkjafti at fáa

Á Ruth gleða teir seg til nýtt skip

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2020-04-17 22:12 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Vit hava landað 1700 tons av svartkjafti til Havsbrún, sum vit fiskaðu beint sunnanfyri føroyska markið. Svartkjafturin er rak hesa tíðina, men støddin er rímiliga góð. Vit komu á Fuglafjørð at landa, tí hetta var styttsta leiðin.

Tað sigur skiparin á pelagiska trolaranum, Ruth, úr Hirtshals, Mikkjal Godtfred.

- Vit hava ein ella tveir túrar eftir av svartkjafti og fara í dag beinleiðis aftur til fiskiskap. Har var væl at fáa, og nógv skip royndu har á leiðini. Í nátt hava skipini fingið svartkjaft í føroyskum sjógvi, so tað er hugaligt. Tí fara væntandi fleiri føroysk skip avstað í dag.

Tá vit eru lidnir við hesa kvotuna, fer skipið í dokk. Tað skal klassast, og motorurin skal yvirhálast.

Tá tað arbeiðið er liðugt, fara vit at fiska makrel og sild í Norðsjónum restina av árinum, sigur hann.

- Hetta skipið er 23 ára gamalt og var eitt sera framkomið skip, tá tað kom.

Menningin av hesum skipaflota, hevur verið sera stór; so í dag er hetta eitt gamalt og ikki líka væl hóskandi skip, sum tey nýggju. Hetta skipið hava vit fyribils, til nýggja Ruth verður liðugt bygt á summri 2021. Tað gleða vit okkum til, sigur Mikkjal Godtfred.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í frástøðu og heilsaði uppá menninar. Eftir prát, var heilsað við gomlu føroysku heilsanini: “Góðan túr, og Jesus fylgi tykkum!”

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder