2023-08-08 10:14
Væl mannað politistalið var í Leirvík í gjár í sambandi við fráboðan um eina hending. Ein partur av bygdini varð avbyrgdur í sambandi við, at løgreglan kannaði málið.
Tíðindasíðan fm1.fo veit at siga, at talan var um ein mann, sum hótti við byrsu.
Av tí at talan eftir øllum at døma er um viðurskifti av persónligum slag, er ikki møguligt at fáa at vita frá løgregluna, hvat málið snýr seg um.
Av løgreglustøðini hevur verið sagt í allan morgun, at tey fara at koma við einum tíðindaskrivi um hendingina.
Les eisini: - Politiið kann ikki koma við fleiri viðmerkingum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald