Innanlands

- Politiið kann ikki koma við fleiri viðmerkingum

Kunningarskriv til fjølmiðlarnar

2023-08-08 10:41 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Løgreglan hevur nú sent út kunningarskriv um hendingina í Leirvík í gjár og í nátt. Skrivið er soljóðandi: 

Føroya Politi fær nógvar spurningar frá fjølmiðlunum um, hví so nógvir politistar vóru til staðar í Leirvík í gjárkvøldið og í nátt. Tað einasta, politiið kann upplýsa í hesum málinum, er, at hetta var í sambandi við eina fráboðan, sum politiið fekk í gjárkvøldið kl. 2038. 

Tamarhald fekst skjótt á støðuni, og hendingin var av tíðliga í morgun. Politiið kann ikki koma við fleiri viðmerkingum til málið.

Jóannes J Østerø, politikommisær

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder