Í løtuni eru 100 føroyingar í sóttarhaldi, men komandi tíðina verða munandi fleiri sett í sóttarhald.
Í dag verður arbeitt við at finna fram til tey, sum hava verið í samband við starvsfólkið á føðingardeildini, sum nú er staðfest smittað.
Tá smittan er staðfest innan heilsuverkið, verður farið enn meira varðisliga til verka, og tí kann roknast við, at enn fleiri skulu í sóttarhald í sambandi við hetta nýggja tilfellið, sum er tað tíggjunda í Føroyum.
- Tíbetur møta vit stórari vælvild ymsa staðni frá, eitt nú frá gistingarhúsum, sum bjóða til at hýsa teimum, sum skulu í sóttarhald. Vit vilja fegin geva hesum fólkum so góðar umstøður sum møguligt, og tí fegnast vit um, at fólk og stovnar vísa samfelagssinni og hjálpa okkum at hýsa teimum, sum hava tørv á einum staði at vera, segði Bjarni á Steig, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum.
Hann upplýstiá tíðindafundinum í kvøld, at vanliga útloysir ein smittaður umleið 15 onnur, ið skulu í sóttarhald. Enn er ikki yvirlit yvir, hvussu nógv kvinnan á føðingardeildini hevur verið í sambandi við, men væntast kann, at tað skulu fleiri enn 15 afturat í sóttarhald nú.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald