Innanlands

Vænta at vera komnir ígjøgnum á ólavsøku

Boraðir eru nú 1.750 metrar av nýggja hvalbiartunnlinum

2020-04-24 19:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast arbeiðið er nakað ávirkað av koronastøðuni, so gongur arbeiðið at geva nýggja Hvalbuartunnilin væl, skrivar byggifelagið Articon á heimasíðu síni í dag.

Boraðir eru 1.750 metar av teimum 2.520 metrunum, og roknað verður við, at ljós verður at síggja í hinum endanum av tunnlinum á ólavsøku.

Vegaarbeiðið báðu megin tunnilin gongur væl. Gerast skulu tveir kilometrar hvalbiarmegin og ein kilometur tvøroyramegin.

- Í løtuni vera káplar lagdir niður í vegin. Arbeitt verður í bólkum, har tveir bólkar altíð eru í gongd, meðan ein bólkur hvílir. Starvsfólkini, sum starvast á verkætlanini, búgva í skúrbýnum á Drelnesi, har tey eisini hava sína egnu kantinu, skrivar Articon.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder