
Enn er koyrandi allastaði, men koyrilíkindini byrja at versna munandi, og tað verður ikki frægari sum dagurin gongur.
Mortan Olsen, økisleiðari hjá Landsverki, sigur við útvarpið, at tað er um alt landið, at koyrilíkindi gerast verri.
Allar maskinurnar eru úti, og klára í løtuni at halda vegirnar opnar, men tað er ivasamt um tær klára tað seinni, tí veðurstovurnar boða frá nógvum kava og ikki minst frá nógvum vindi.
Avgerð er tikin at steðga við at grava klokkan 18, tí maskinrunar fara ikki at klára at halda vegirnar. Um tað verður ov vandamikið fyri bilførarar á ávísum strekkjum, kann vera, at onkur vegur verður stongdur í kvøld. Men hetta mugu umstøðurnar vísa.
Ráðini frá Landsverki eru, at tey sum ætla sær út at koyra, gera tað sum skjótast, tí tað væntað verður, at tað verður trupult at koma framat seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald