Vága kommuna boðar í dag frá, at tvey bøstykki eru gjørd tøk til borgarar, sum ynskja eitt stað at nýta til eplaveltur.
Kommunan eigur onkur bøstykki, sum eru keypt í sambandi við útstykkingarætlanir, men enn ikki nýtt til tað endamálið, skrivar kommunan á heimasíðu sínari
Borgarstjórin hevur avgjørt at geva borgarum í Vága kommunu møguleika at velta sær eina eplaveltu í onkrum av hesum stykkjum.
Stykkini, talan er um, eru tað omanfyri Bónus í Miðvági, við matr. nr. 252h, og eitt við Matr. nr. 235d við Fossá í Sandavági.
Áhugaði kunnu venda sær til Vága kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald