2021-04-12 10:30

Fyrr í vikuni heitti Vága kommuna á borgarar um at spara uppá vatnið, tí at vatngoymslurnar hjá kommununi byrjaðu at tømast orsakað av kavanum og kuldanum seinastu dagarnar, og í morgun boðar kommunan frá, at ólag er á vatnleiðingini.
Kommunan skrivar á heimasíðuna, at tað orsakað av hesum kann koma fyri, at hægstliggjandi búsetingar kunnu missa vatnið eina løtu.
Arbeitt verður við málinum, og kemur tað í rættlag í leypi av degnum, sigur Vága kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald