Innanlands

Vága kommuna samtykt at fara undir fleiri útstykkingar

Talan verður bæði um grundstykkir til sethús, umframt at økir verða boðin út til alternativa bygging, og arbeiðið verður boðið út í næstum

Uml. 12 íbúðir skulu byggjast norðuri í Sørpum í Sandavági (Savnsmynd)

Uml. 12 íbúðir skulu byggjast norðuri í Sørpum í Sandavági (Savnsmynd)

2022-01-26 17:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á býráðsfundinum týskvøldið samtykti býráðið í Vága kommunu at fara undir útstykkingar í bæði Sandavági og Miðvági. Talan verður bæði um grundstykkir til sethús, umframt at økir verða boðin út til alternativa bygging.

Eftir ætlan verður útbjóðing at gera økini byggibúgvin boðin út um fáar vikur, og arbeiðið verður boðið út í innbodnari lisitatión millum arbeiðstakarar í kommununi. 

Arbeitt verður eisini við at gera útbjóðingartilfar klárt til útstykking í Vatnsoyrum, skrivar kommunan í tíðindaskrivi.

Nógv bygging er í gongd í Sandavági, har fleiri sethús eru í ger. Týskvøldið samtykti býráðið at fara undir at útstykkja níggju grundstykkir til sethús, og umleið 12 íbúðir. Økið talan er um, er millum vakstrarhúsið og býlingin norðuri í Sørpum, við góðum útsýni yvir bygdina og fjørðin.

[object Object]

Í Miðvági er eitt stórt øki sett av til bústaðir á Heiðatrøðni, niðanfyri býlingin Norðuri á Heiðum. Í fyrstu syfti er ætlanin at gera 13 grundstykkir til sethús, umframt fimm íbúðareindir. Hetta er afturat teimum átta grundstykkinum, sum eru gjørd byggiklár við Gudmundargøtu. Tey grundstykkini verða boðin út til tey sum standa á bíðilista, í næstum.

[object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder