- Nógvi kavin, sum hevur lagt seg í nátt, gevur avbjóðingar í ferðsluni í morgun. Okkara menn hava grivið síðani klokkan 03 í morgun.
Soleiðis skrivar Vága kommuna, sum fevnir um Sandavág og Miðvág, fyrrpartin.
Tað er millum annað í Vágum, at kavin og hálkan veruliga ávirka.
Sí eisini: Ikki koyrandi á fleiri strekkjum - jarðrok og hálka ávirka
Heimasíðan vaga.fo skrivar, at roynt verður fyrst og fremst at halda vegirnar fyri lækna, bussrutu og skúla fríar.
- Men tað rýkur so illa og nógvi kavin sum kemur niður, legst aftur beinanvegin har teir hava grivið, og ger tað trupult at koma runt allastaðni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald