Innanlands

Vágatunnilin stongdur ein part av vikuskiftinum

Talan er um tíðarskeiðið frá klokkan 22 fríggjakvøld til klokkan seks leygarmorgunin, og tað sama eitt samdøgur seinni. Tó verður ferðslan leidd ígjøgnum við jøvnum millumbili

Vágatunnilin verður í løtuni dagførdur (Mynd: Jens Kr. Vang)

Vágatunnilin verður í løtuni dagførdur (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-03-10 12:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í løtuni verður arbeitt í Vágatunnlinum, og hetta hevur gjørt, at tunnilin hevur verið stongdur hvørja nátt frá sunnukvøld til fríggjamorgun frá klokkan tíggju á kvøldi til klokkan seks á morgni.

Fríggjakvøld, leygarmorgun, leygarkvøld og sunnumorgun hevur ferðslan verið ótarnað, men soleiðis verður ikki hetta vikuskifti.

Heimasíðan tunnil.fo skrivar, at Vágatunnilin verður stongdur fríggjakvøldið 12. mars klokkan 22 til leygarmorgun klokkan seks, og leygarkvøldið 13. mars klokkan 22 til sunnumorgun klokkan 06.

Tó verður ferðslan, eins og í gerandisdøgunum, leidd gjøgnum tunnilin klokkan 23, 24, 02 og 04.

Arbeiðið við at dagføra Vágatunnilin verður væntandi liðugt síðst í apríl.

Les eisini: Vágatunnilin verður stongdur um næturnar komandi mánaðirnar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder