Mentan

Vágaverk á Summar Festival

Legendurnar úr Vágum spæla á Summar Festivalinum

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2023-07-24 08:12 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Summar Festivalurin: Góð tjúgu ár eru liðin síðani fyrstu útgávuna hjá Vágaverk, og bólkurin er framvegis aktuellur og viðkomandi.

Vágaverk verður við á Summar Festivalinum, sum verður hildin dagarnar 3. til 5. august.

Á fyrstu, sjálvnevndu, útgávuni í 2002 hittaði Vágaverk við sangunum "Túsund og ein nátt" og "Á trappuni hjá Lenu", sum eru blivnir klassiskarar. Í 2014 kom útgávan Drekkivatn við sangum sum "Hvar baby" og "Ljóta verð gamla mer". Seinasta útgávan hjá Vágaverk, Ivaveður, kom seint í fjør, og av henni kenna fólk sangir sum "Bommilomm" og "Cajun baby".

Jóan Jakku Guttsen og Sámal Ravnsfjall eru høvuðsmenn í Vágaverk. Teir teljast millum legendurnar í føroyskum tónleiki og eru millum fremstu umboð fyri vágasound.

Nú koma teir á Summar Festivalin við øllum teimum frálíku sangunum hjá Vágaverk og hava framúr góðan bólk afturat sær.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder