Fyrireikararnir boðað frá, at teir prátaðu stutt saman, og so var farið undir at gera klárt.
Nú er nú við at koma undir land, og í kvøld, hósdagin 26. mars, eru seinastu kann sendast beinleiðis úr VB-húsinum íkvøld.
Kvøldsetan verður merkt av tónleiki, tí fleiri tónleikarar eru við til kvøldsetuna. Teir eru Dagfinn Olsen, Hjalmar Magnussen, Bergur Gudmundssen, Hans Jacob Hjelm og Ingi Poulsen.
Umframt tónleikin, so verður práta, og lurtararnir sleppa eisini upp í part, tí teir kunnu nevniliga senda heilsanir og ynskir inn, soleiðis at tónleikararnir kunnu tríva í onkran av ynsktu sangunum, og soleiðis fáa hugna um í hesum koronatíðum, skriva fyrireikararnir.
Ein ella fleiri táttir, ið eru skrivaðir til tiltøk, ið júst hava verið í Vági, verða eisini framførdir íkvøld.
Kvøldsetan byrjar 19.30, og heldur á í ein tíma ella so. Ein kann fylgja við á hesi leinkjuni.
Líknandi tiltak var í Klaksvík leygarkvøldið, ið Norðlýsið og Spaniastova skipaðu fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald