Seinastu tíðina eru fleiri fráboðanir um rottu komnar til Vágs kommunu.
Kommunan hevur í tráð við reglurnar á økinum skipan við rottutýning.
Fleiri rottukassar eru keyptir fyri at royna at basa trupulleikanum. Hesir eru staðsettir ymsastaðni í kommununi. Men fyri at koma trupulleikanum til lívs, mugu kommuna og borgari gera eitt felags átak at tryggja, at rottan verður týnd. Hetta kann gerast við at fylgjandi ráðum:
HVUSSU VERJIR TÚ BEST OGNINA MÓTI ROTTU?
Niðanfyri eru nøkur ráð fyri, hvussu tú forðar fyri, at rotta kemur inn á ogn tína.
- Burturbein órudd og burturkast uttandura.
- Stápla upp byggitilfar o.a. við frástøðu frá lendinum og so langt frá bygningum sum gjørligt.
- Lat ikki fóður og matleivdir liggja og sløðast uttandura.
- Lat tílíkt rusk inn til ruskinnsavningina.
- Koyr slógv og burturkast frá slakti til bingjuplássið.
- Ansið eftir at ikki geva djórum, hønum ella øðrum flogfenaði á ogn tíni ov nógv, tí vandin fyri rottum er í slíkum førum stórur.
- Gevið ikki fuglum meiri enn etið verður ein dag. Fá tær fóðurbretti til fuglarnar. Sí annars flogfenaðreglugerðina.
- Haldi fóðurgoymslur og seyðahús ruddilig og undir skipaðum umstøðum.
- TVEIT IKKI RUSK Í NÁTTÚRUNA !
HVUSSU VERJIR TÚ BYGNINGAR MÓTI ROTTU?
Rotta sleppur inn gjøgnum hol, ið eru størri enn 1,8 cm.
Niðanfyri eru nøkur ráð fyri, hvussu tú forðar fyri, at rotta sleppur inn.
- Umvæl rivur og hol í bygningum. Til dømis kunnu holini stappast við høsnaneti, áðrenn stoypt verður.
- Brúka ventilasjónsristir úr tilfari, ið rotta ikki sleppur ígjøgnum og fest tær væl.
- Verj hol í veggjum og múrum til kaðalar, rør o.l. við høsnaneti ella plátu.
- Lat hurðar og vindeygu til lofts- og kjallararúm, ið ikki verða nýtt, aftur.
- Hav frárensl tøtt og umvæl brot skjótast gjørligt/beinanvegin.
Mest umráðandi í stríðnum móti rottu eru tær fráboðanir, sum borgari gevur. Tí er umráðandi, at tann, ið sær rottu ella farvegin eftir rottu, beinanvegin vendir sær til Vágs kommunu.
Eru trupulleikar av rottum, ella um man hevur sæð rottu, skal tú venda tær til Vágs kommunu á tlf. 663000 ella á heimasíðuni vagur.fo, har tað ber til at fráboðað rottu. Kommunali rottutýnarin setir seg síðan í samband við teg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald